Annaplássið glapp hjá TB, sum tapti 3-2 fyri KÍF

Hotel Djurhuus-deildin:

KÍF – TB 3-2 (26-24, 28-26, 18-25, 19-25, 15-8)

 

Við trimum stigum ímóti KÍF hevði TB leygardagin havt lagt seg á annaðplássið í Hotel Djurhuus, men so skuldi ikki verða, tí kollfirðingar vunnu dystin 3-2.


KÍF hevði hug at draga frá fleir ferðir í fyrsta setti, men hvørja ferð treiskaðist TB og javnaði, og soleiðis gjørdist støðan 24-24, tá KÍF vann neyðugu tveir bóltarnar og settið 26-24 við smassji frá Milju Silvansdóttir og blokki, sum TB ikki fekk bilbugt við.


Soleiðis var eisini í øðrum setti, har KÍF legði seg á odda 6-1, og 19-13, men TB fekk fekk tær aftur og fór eisini framum og hevði tveir settbóltar við støðuna 24-22. KÍF hóraði tó undan og vann settið 28-26 við sínum triðja settbólti, tá dømt var fyri uppstillingarfeili hjá TB.


Triðja sett var eisini javnt – til 18-18, tá KÍF púrasta fall til jarðar og tapti rest, sjey stig, so at TB vann 25-18; síðsta stigið við serviessi frá Arianu Pereyra.  


Gongdin var mest sum tann sama í fjórða setti, har TB fór frá 14-13 til 21-13 í einum háli og vann settið 25-19.


Men hevði spenningur verið í teimum fyrstu fýra settunum, so var mest sum eiðasørt av spenningi í javnbrótaranum, tí KÍF stýrdi við harðari hond og legði seg á odda 5-0 og 8-1, og hesa støðuna fór heimaliðið ikki lata gleppa sær av hondum. Munurin vaks eisini til 13-4, áðrenn TB pyntaði eitt sindur uppá støðuna til 8-13, men sigurin hjá KÍF kom ongantíð í vanda, og úrslitið gjørdist 15-8, tá ið Elsa Samuelsen sló dystarbóltin í blokkin hjá TB og í gólvið.

 

 

Í dag kl. 16 tekur toppliðið SÍ, sum hevur fult stigatal, ímóti Fleyr á øðrumplássi.

 

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini: 

 

##med2##