“Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Guð, ævinnar faðir, friðarhøvdingi.” Jesaja 9,6.
Tað var so vist fyri Jesaja, at hin lovaði Messias skuldi koma, at fyri profet hundraðtals ár áðrenn hansara føðing var barnið longu føtt. Og tað hendi, sum var boðað frá í Gamla Testamenti. Veruliga. Tað, sum vit lesa í Nýggja Testamenti er um, hvar, hvør og hvussu tað hendi viðvíkjandi Jesu føðing. Profetiini gingu út til gleði og gagn fyri øll fólkasløg.
Og nú gleðast vit á jólum, at Jesus, sum kom í heim, er okkara millum. Veruliga. Bíblian bjóðar okkum øllum í viðgongd sum í mótgongd at koma til Frelsaran við øllum.
Saman takka vit hesa hátíð Gudi Faðir, Syni og Heilagum Anda fyri fyrigeving og ævigt lív í trúnni á Jesus, og Føroyska Bíbliufelagið takkar øllum sínum vinum, sum við bønum og gávum halda Bíbliufelagnum uppi, og sum mynda arbeiðið. Ein hjartans tøkk til kirkjur. samkomur, felagsskapir og einstaklingar.
Tað gongur væl framá við nýggju bíbliutýðingini eins og endurskoðanini av Nýggja Sáttmálanum. Eisini er nýggj ókeypis bíbliuapp tøk, har tríggjar ymsar bíbliuútgávur liggja.
Einki Bíbliufelag uttan Guds signing og tykkara andaliga og fíggjarliga stuðul. Til ber at stuðla Bíbliufelagnum við eini gávu her: https://biblia.fo/studla-bibliufelagnum
Vegna Føroyska Bíbliufelagið við tøkk,
Bergur Debes Joensen, formaður