Í samdøgurfrágreiðingini hjá løgregluni gjáramorgunin varð í stuttum sagt um eitt harðskapsmál í Eysturoynni, har annar av pørtunum var endaður í brummuni.
Løgreglan hevði ikki nógv at siga um málið, og aftur í morgun var lítið at frætta.
Tað skilst tó, at hetta er eitt harðskapsmál - eftir øllum at døma millum tveir partar.
Løgreglan skal møguliga tosa við nøkur vitni aftrat, og tí vilja tey helst ikki siga nakað serligt um málið, fyrr enn tær avhoyringar, sum skulu gerast, eru gjørdar.
Í morgun segði vaktleiðarin kortini, at tann eini parturin var endaður á Landssjúkrahúsinum til smærri viðgerðir, sum vaktleiðarin tók til.
Og hin parturin endaði so í brummuni.
- Hetta málið gongur sína gongd, men enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um, hvussu málið fer at taka seg út, legði løgreglan aftrat í morgun.