Í uppgerðini hjá Akstovuni yvir bilasøluni higartil í ár sæst eisini, hvussu nógvir bilar eru í hvørjari oyggj í Føroyum.
Har sæst, at nógv teir flestu bilarnir eru á Streymoynni, 19.975 bilar, sum svarar til 47,4 prosent ella út við annan hvønn bil.
Í Eysturoy eru næstflestir, tó at teir eru 10.000 færri enn á grannaoynni. Har eru 9.926 bilar, sum svarar til 23,6 prosent. Tað merkir, at útvið tríggir fjórðingar av bilunum í Føroyum eru í Streymoy og í Eysturoy, meðan ein góður fjórðingur býttir millum hinar 14 oyggjarnar í Føroyum, har bilar eru.
Tað er bara í Koltri og í Lítlu Dímun, at eingin bilur er skrásettur.
Minsta tal av skrásettum akførum í Stóru Dímun, har eitt akfar er skrásett.
Býtið av bilum millum oyggjarnar sær soleiðis út:
##med2##