Arbeiðsinntøkan hjá pensjónistum skal ikki mótroknast

Pensjónistar eru okkara gráa gull og dýrabæru vitanardeplar runt um í samfelagnum. 

 

Talan er um eitt fantastiskt tilfeingi, og her eru nógvar heitar hendur og nógvar royndir.

 

Lívsins royndir stóran týdning

 

Lívsins royndir hava sera stóran týdning og kunnu pensjónistar deila nógv út av sínari arbeiðsorku og vitan.

 

Manglar arbeiðskraft nógva staðnis

 

Eitt nú á umsorganarøkinum, eru nógv roynd starvsfólk, ið gott kunnu halda fram at arbeiða, eftir at tey fylla 67 ár, men orsakað mótrokning av arbeiðsinntøku í  fólkapensjónini, velja nógv at gevast.

 

Hettar er eisini galdandi innan nógvar aðrar vinnur.

 

X við Edvu

 

Edva Jacobsen

 

valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið