Arbeiðsloysið 1,1 prosent í mars

Arbeiðsloysið var 1,1 prosent í mars. Tað er 0,3 prosentstig hægri enn sama mánað í fjør, tá tað var 0,8 prosent.

 

Arbeiðsloysið var 1,1 prosent í mars, sum svaraði til 346 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,8 prosent við 255 fulltíðararbeiðsleysum.

 

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í persónum vóru 402 rakt av arbeiðsloysi í mars. Tað eru 110 fleiri enn í mars í fjør.

 

Størri arbeiðsloysi millum menn

 

Í mars vóru 203 fulltíðararbeiðsleysir menn. Tað svarar til 1,2 prosent. Hetta er 0,3 prosentstig hægri samanborið við sama mánað í fjør. Hjá kvinnum var arbeiðsloysið 1,0 prosent ella 143 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur. Tað er 0,2 prosentstig hægri enn sama mánað í fjør.

 

Arbeiðsloysið minst í Norðoyggjum

 

Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í mars var arbeiðsloysið lutfalsliga minst í Norðoyggjum við 0,4 prosentum. Í Suðuroynni var arbeiðsloysið 3,4 prosent, sum er 1,8 prosentstig hægri enn sama mánað í fjør.

 

Størst arbeiðsloysi millum tey 25 til 34 ára gomlu

 

Av teimum 25 til 34 ára gomlu vóru 1,6 prosent arbeiðsleys. Minsta arbeiðsloysið var millum tey 55 til 66 ára gomlu við 0,8 prosentum. 

 

8,5 prosent eru langtíðararbeiðsleys

 

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Í mars vóru 34 persónar ella 8,5 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Lutfallið er 1,1 prosentstig lægri samanborið við í fjør, men í persónum er talið vaksið við seks. Í mars var størsti bólkurin av arbeiðsleysum tey, sum hava verið arbeiðsleys í 30 til 89 dagar. 

 

Talvur o. a. sæst á heimasíðuni hjá Hagstovuni við at trýsta her