Innistongdur á wc'inum - løgreglan breyt hurðina upp

- Vit royndu eisini at fáa hurðina upp, men hetta læt seg ikki gera. Tískil varð neyðugt at bróta hurðina upp, sigur vaktleiðarin.

Í gjárkvøldið fór ein heldur løgin hending fram í Havn. 

 

Tað var ein maður, sum var farin á wc at avgreiða síni ting, men sum ikki slapp út aftur av wc'inum, tí hurðin fekst ikki uppaftur.

 

Familjan, sum var inni, fekk heldur ikki wc-hurðina upp, og endin varð, at tey ringdu eftir løgregluni um hjálp.

 

Løgreglan fekk fráboðanina um 22-tíðina.

 

- Tá vit komu á staðið, royndu vit eisini at fáa hurðina upp, men tað læt seg ikki gera.

 

Hurðin fekst barasta ikki uppaftur.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at endin var, at hurðin mátti brótast upp, so maðurin slapp út aftur av wc'inum.

 

- Vit vera boðsent til nógvar ymiskar uppgávur, og hetta var so ein av uppgávunum í gjár, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

Løgreglan heldur tó fyri, at tað er betur at ringja einaferð ov nógv heldur enn einaferð ov lítið.

 

- Á wc'inum hevur so ikki verið nakað vindeygað, sum var nóg stórt ella í rættari hædd til at sleppa út ígjøgnum, verður lagt aftrat.