Arbeiðsmarknaðarlógin skal dagførast

Góðu veljarar,

 

 

 

Í stórum pørtunum av privata arbeiðsmarknaðinum í Føroyum kunnu arbeiðsgevarar framvegis, í 2022, skilja seg av við starvsfólk, uttan krav um nakra sakliga grundgeving.

 

Uttan at vera kravdir eftir nakrari rímiligari ella sakligar grund fyri uppsøgini.

 

Uttan nakra grundgeving yvirhøvur.

 

 

 

Samanbera vit okkum við Danmark, so hava tey har fleiri tíggjutals arbeiðstakaralógir. Lógir, sum virka sum brimgarður um rættartrygdina hjá starvsfólkinum; lógir, sum hava til endamáls, at viga upp ímóti teirri sannroynd, at tað er eitt ólíka styrkiforhold millum arbeiðsgevaran og tað einstaka starvsfólkið. Soleiðis hava tey verju av rættindunum hjá fólki í tíðaravmarkaðum starvi og av fólki, sum arbeiða niðursetta tíð. Og so hava tey eina almenna lóg móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum, sum t.d. skal forða fyri mismuni vegna aldur og brek, og tá tað snýr seg um kynsligan ágang á arbeiðsplássunum.

 

 

 

Í Føroyum hava vit bert nakrar heilt fáar arbeiðstakaralógir – og tær eru sum oftast avoldaðar.

 

 

 

Víst er tað so, at í okkara frælsu avtaluskipan verða starvsfólkrættindi vunnin við samráðingarborðið, ja. Men tað er ikki bara har. Tað er nevniliga ein sannroynd, at í øllum vælferðarskipanunum í okkara nærmastu grannalondum er rættartrygdin hjá starvsfólki í stóran mun eisini vard við lóggávu; við lógum, sum ofta eru sprotnar úr mannarættindunum og teimum persónligu frælsisrættindunum.

 

 

 

Greitt er, at skulu vit í Føroyum vinna okkum somu framkomnu og virðiligu rættindi, má hetta gerast politiskt. Og tað hevur higartil verið lættari sagt enn gjørt: Ein modernisering av tí 63 ára gomlu starvsmannalógini hevur t.d. verið uppá tal í meira enn 20 ár, men framvegis er lógin óbroytt. Ein so grundleggjandi lóg sum frítíðarlógin, hon er stórtsæð óbroytt síðani hon sá dagsins ljós fyri einum mansaldri síðani. Og ein almenn lóg móti diskriminatión á arbeiðsmarknaðinum hevur verið í tinginum einar 4 ferðir tey seinastu árini, men uttan nakað úrtslit.

 

 

 

Arbeiðstakaralóggáva er so ósexut” varð einaferð sagt við meg. Hvør skal siga: Lóggáva um hvussu vit fáa ferð á vinnuhjólini er nógv meira spennandi enn alt hatta, sum kann avmarka og leggja skyldur á arbeiðsgevaran!

 

 

 

Løgið, hugsi eg, tá ið havt verður í hugað, at bróðurparturin av okkum øllum, vaksnum føroyingum, eru løntakarar: Ja, fyri tað mesta heilt vanlig familjufólk, forsyrgjarar, sum hava tørv á grundleggjandi trygd í setanini, so at tey kunnu vera vard móti tilvildarligari viðferð á arbeiðsplássinum, so sum diskriminatión og ósakligari uppsøgn.

 

 

 

Eg havi sett mær fyri at fáa arbeiðsmarknaðarlógina dagførda.

 

 

 

Skulu vit í Føroyum fáa somu grundleggjandi rættindi sum í grannalondunum, tørvar mær tykkara stuðul til komandi løgtingsval.

 

 

 

Gott val!

 

 

 

 

 

Súni Selfoss,

 

 

 

valevni Javnaðarfloksins