Í mínum dagliga starvi, sum ergoterapeutur í Fountainhúsinum, er mín greiði boðskapur:
Eingin veit betur um egin ynskir, enn ein sjálvur
TRIVNAÐUR Á ELDRAØKINUM
Serfrøðingurin í egnum lívið, tað er tað vit eru og kenslan av sjálv/sjálvur at kunna ráða yvir egnum lívi, eisini tá ið vit gerast eldri.
Vandin fyri at missa sjálvsavgerðarrættin og institualisering er viðvirkandi til, at tey eldru isolera seg, gerast tunglynd og innaktiv. At skapa góðar relatiónir, hava eitt fakligt og menniskjaligt forstáilsi og gera neyðugu tillagingar í gerandisdegnum, viðførir upplivilsi av, at man megnar at meistra sítt egna lív og fyribyrgir mistrivnað. Tí er neyðugt at,
- vit tryggja, at eldri fólk fáa tað hjálp og stuðul, teimum tørvar, so tey kunnu gerast so sjálvstøðug sum til ber og liva eitt virðiligt lív, óansæð førleikastøði, um tað er á røktarheimið ella í egnum heimi.
- fleiri starvsfólk eru á ellisheimunum, sum hava ábyrgdina av, at skapa meira innihald enn bara røkt og umsorgan. Vit hava øll brúk fyri at hava ein innihaldsríkan gerandisdag við meiningsfullum aktivitetum, sum gevur lívinum gleði, nøgdsemi og trivnað
- gerandisdagurin hjá starvsfólkunum á røktarheimunum ikki gerst ov stravin, tí tá kann tað skjótt henda, at man gloymir at taka tey eldru við uppá ráð. Tað hevur ávirkan á lívskvalitetin og hugalagið, og somuleiðis virkisførleikarnar og áhugan at luttaka í aktivitetum á røktarheimium.
- raðfesta førleikamenning í starvsfólkahópunum.
- byggja fleiri eldraíbúðir
- framhaldandi menna tilboð til fólkapensionistar, sum skapa samanhald og trivnað
Sjálvsavgerðarrætt, fyribyrgja einsemi og fyribyrgja mistrivnað eru grundleggjandi mál, sum vit skulu leggja dent á, í okkara arbeiði við eldri borgarum, so teir uppliva sjálvstøðuleika, sosiala vælveru og trivnað í lívinum.
At búgva sum longst í egnum heimi, krevur at vit stuðla eldri borgarum at varðveita og menna førleikar, fyri at skapa eina livandi og virðiliga tilveru.
Súna Mørk, Býráðslimur
X við valevni á Kommunulistanum