Átta lótu lív í bussvanlukku í Florida

Vanlukkan hendi, tá garðyrkisarbeiðarar vóru á veg til arbeiðis á einum garði við vatnmelónum.

Hjálparfólk arbeiða á vanlukkustaðnum í Marion County í Florida eftir bussvanlukkuna í morgun.

Átta fólk lótu lív, og fleiri enn 40 fingu løstir í einari bussvanlukku har norðuri í Florida í morgun, vita lokalir myndugleikar í økinum at siga.

 

Bussurin við garðyrkisarbeiðarum rendi saman við einum Pick-Up bili, fór út av vegnum og koppaði.

Vanlukkan hendi á West State Road 40 í Marion County, tá garðyrkisarbeiðararnir vóru á veg til arbeiðis á einum garði við vatnmelónum.

 

- 53 fólk vóru í bussinum, harav átta lótu lív, og 37 endaðu á lokala sjúkrahúsinum við smærri løstum, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.

 

 

 

 

 

Hjálparfólk arbeiða á vanlukkustaðnum í Marion County í Florida eftir bussvanlukkuna í morgun.