European Cup: Wien er favorittur móti VÍF

Klokkan 20 í kvøld spælir VÍF fyrra dystin móti West Wien

Í kvøld klokkan 20 og í annaðkvøld klokkan 19 verður European Cup hondbóltur á skránni í ítróttarhøllini í Vestmanna.

 

VÍF spælir tveir dystir móti eysturríkska liðnum West Wien.

 

Tríggjar altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin, og hava tær West Wien sum favoritt til at vinna dystin.

 

Miðaloddsini upp á sigur til VÍF eru 2,71.

 

Miðaloddsini upp á sigur til West Wien eru 1,62.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 9,07.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##