Fyribils skattatølini fyri august vísa, at miðal vøksturin í kommunuskattinum var 4,37 %, og at landsskatturin øktist við 9,31 %.
Tilsaman fyri átta teir fyrstu mánaðirnar var vøksturin í kommunuskattinum 5,17 %. Tað vil siga, at august royndist eitt sindur lakari, enn miðalvøksturin higartil í ár hevur verið í kommunuskattinum.
Vøksturin í landsskattinum átta teir fyrstu mánaðirnar í ár er 7,61 %. Harvið var vøksturin í landsskattinum í august hægri, enn vøksturin hevur verið átta teir fyrstu mánaðirnar. Hann var 9,31 %.
Í seks kommunum var vøksturin í kommunuskattinum í august størri enn 10 prosent. Tær kommunurnar eru
Viðareiði 22,13 %
Kunoy 28,16 %
Nes 10,24 %
Vestmanna 17,32 %
Skopun 18,60 %
Hov 16,69 %
Í tíggju kommunum var fyribilsskattainntøkan í august í ár lægri, enn hon var sama mánað í fjør, vísir almenna yvirlitið.
Í krónum var vøksturin í tveimum kommunum omanfyri milliónina í august:
Tórshavn 2.761.231 – +3,56 %
Runavík 1.229.420 – +8,20 %
Higartil í ár hevur vøksturin verið størri enn 10 prosent í trimum kommunum
Kunoy 19,79 %
Nes 14,59 %
Sjóvar 10,20 %
Í fimm kommunum hevur fyribolsskattainntøkan átta teir fyrstu mánaðirnar í ár verið lægri, enn hon var sama tíðarskeið í fjør.
##med2##