Advokaturin hjá Trump hevur lagt Stormy Daniels undir at royna at vinna pening upp á søguna um, at hon hevði kynsligt samband við hann.
Daniels sigur, at hon 2006 hevði sex við Donald Trump. Fyrrverandi forsetin vísir hesum aftur.
Hon hevur ein týðandi leiklut í hyssj-málinum, har Donald Trump er ákærdur fyri at hava snýtt við roknskapartølum í sambandi við, at Stormy Daniels fekk útgoldið 130.000 dollarar frá fyrrverandi advokatinum hjá Donald Trump, Michael Cohen, fyri at tiga um kynsliga sambandið við Trump undan forsetavalinum í 2016.
/ritzau/Reuters