MBM hevur hjálpt bóndunum á Viðareiði við at veita teimum nýmótans mjólkimaskinu og aðra útgerð til nýggja stórfjósið á Viðareiði. MBM skal lata ymiska útgerð afturat, men nú hava teir sagt stopp.
– Trupulleikin er als ikki hjá bóndunum á Viðareiði. Vit hava váttan frá Búnaðargrunninum, at teir fíggja fjósið. Men nú vilja teir ikki gjalda. Vit kunnu ikki halda á at lata útgerð og annað, um vit ikki fáa pengarnar inn fyri tað. Vit havar rokningar útstandandi heilt aftur til 2. oktober í fjør. 3,7 milliónir krónur eru langt síðani falnar til gjaldingar, og síðani eru aðrar rokningar komnar afturat, so at tað næstan eru 6 milliónir krónur tilsamans, ið vit hava útistandandi, sigur Hákun Steingrímsson.
Kunnu endurnýggja øll fjósini upp á stutta tíð
Stjórin í MBM vísir á, at Búnaðargrunnurin als ikki livir upp til sítt endamál.
– Grunnurin var stovnaður í 2004 við tí endamáli at hjálpa undir at styrkja føroysku mjólkaframleiðsluna. Men tíverri hevur grunnurin als ikki livað upp til endamálið. Hann hevur ofta lagt seg tvøran og spælir hund við bóndum, sigur Hákun Steingrímsson.
Hann vísir á, at hevði Búnaðargrunnurin gjørt sítt arbeiði væl, so kundu vit eftir stuttari tíð fingið endurnýggja øll fjósini í Føroyum, so at vit bara hava nýmótans fjós.
– Grunnurin hevur stórt fæ, sum nú er umleið 300 milliónir krónur. Men teir eru sera trekir at játta bóndunum lán og gjalda játtaðu pengarnar. Um pengarnir vórðu játtaðir at endurnýggja fjósini, so vóru øll fjósini í Føroyum endurnýggjað eftir stuttari tíð, sigur Eirikur Steingrímsson.
Láni kom hálvt ár ov seint
Hann vísir á, at Búnaðargrunnurin eisini er sera trekur á annan hátt at hjálpa bóndunum.
– Vit hava upplivað fleiri ferðir, at bøndur hava vent sær til okkara í MBM og spurt um lán til traktor og onnur landbúnaðaramboð, tí tað er so trekt at fáa lán frá Búnaðargrunninum. Nógvir bøndur hava lánt pengar frá okkum. Í einum føri fekk ein bóndi lán frá okkum beinanvegin. Hálvt ár seinni fekk hann játtandi svar frá Búnaðargrunninum. Men tá hevði hann longu keypt og brúkt traktorin í hálvt ár, sigur Hákun Steingrímsson.