B36 hevur eina greiða favorittstøðu móti Skála

Her eru oddsini upp á dystin B36-Skála

Klokkan 19 í kvøld verður seinasta áttandapartsfinalan í kappingini um løgmanssteypið leikt á ovara vølli í Gundadali, har B36 tekur móti Skála.

 

Hóast B36 bert hevur fingið eitt stig í trimum teimum seinastu dystunum, og Skála hevur havt góð avrik móti KÍ, Víkingi og 07 Vestur, so hevur B36 eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin í Gundadali í kvøld.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til B36 aftaná vanliga leiktíð eru 1,28.

 

Miðaloddsini upp á javnleik aftaná vanliga leiktíð eru 5,78.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til Skála aftaná vanliga leiktíð eru 7,69.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##