Hesa vikuna hava hernaðarmál staðið á breddanum, tí norðurlendsku verjumálaráðfólkini hava á fyrsta sinni hildið felags verjufund í Føroyum, har Føroyar og Grønland eisini sluppu at vera við.
Hendan vikan byrjaði eisini við, at Málteigurin í Kringvarpinum við teimum báðum megnar málkvinnunum Solby og Elini varð sendur á seinasta sinni – og tær nýttu høvið at tosa um støðuna hjá móðurmálinum, sum verður alsamt meira hótt av enskum máli – og ikki av donskum, ið vit áður vóru von við. Tær tóku fleiri dømi um, hvussu ung fólk og børn blanda saman føroysk og ensk orð, tá tey tosa.
Tær hava so púra rætt í sínum eygleiðingum, sum myndugleikar eiga at taka í nógv størri álvara, eitt nú, at fólk, ið duga best at læra frá sær um móðurmálið, so nýggj kunnu taka við, er so gomul, og um ikki fleiri verða sett við, so er móðurmálið veruliga í vanda.
Men hvat hevur so hetta móðurmálstos við hernaðarmálið at gera. Jú á Hotel Hafnia sótu týsdagin fimm menn og ein kvinna, øll norðurlendingar, har tey høvdu boðsent føroysku fjølmiðlunum.
Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri og íðin talsmaður fyri at verja móðurmálið, beyð vælkomin – ikki á føroyskum, sjálvandi, men tað kundi verið á donskum ella »blandinaviskum«, sum vit plaga at siga, tá vit tosa »norðurlenskt«. Nei, tað gjørdi hann á enskum máli – fyri hesum norðurlendingum!
Tá vit spurdu um hetta, so var svarið einfalt tað, at felagsskapurin NORDEFCO sum fevnir um tey fimm sjálvstøðugu Norðurlondini, sum nú eisini øll eru limir í Nato – hevur avgjørt, at málið hjá hesum felagsskapi er enskt. Tí skal tað tosast enskt.
Tað hevur annars verið hildið fast við í norðurlendskum samstarvi, at vit tosa »norðurlendskt« saman. Har hava vit, íslendingar, grønlendingar og finnar so størri avbjóðingar enn hini – men vit kunnu tosa saman uttan at fara til enskt.
Elin og Solby tosaðu um »yngra ættarliðið«. Tí kom tankin fram fyri undirritaða: Eru hesir høgu ráðharrar og ráðfrú úr yngra ættarliðnum? Við at gugla kundi skjótt staðfestast, at okkara Høgni var væl og virðiliga aldursforseti. So nakað er um tað við teimum yngru, sum ávirkast skjótari av ensk-ismu.
Vit eiga at verja borg. Vit eiga ikki at sleppa norðurlandamálinum. Enska ávirkanin er nógv størri, enn vit geva okkum far um – og hon hóttir móðurmál okkara nógv meira enn danskt nakrantíð megnaði.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##