B36 spilti seg burtur

Stórt persónligt mistak bar við sær fyrra málið hjá HB, tá ið B36 hevði greiða yvirvág

Tað endaði 2-2, tá ið B36 í kvøld átti heimadyst ímóti grannunum í HB.

 

B36 hevur ikki vunnið ímóti HB í meiri enn fimm ár, og tað er einki at undrast á, um teir í árstalsfelagnum iðra seg um, at teir ikki megnaðu fulla úrtøku í kvøld. Samstundis kunnu teir í B36 staðfesta, at hóast HB verður roknað at vera favorittur at vinna steypafinaluna um fimm vikur, so vísti avrikið í kvøld, at tað ikki er óhugsandi, at B36 fer at endurtaka bragdið, sum tað var, tá ið tað í 2018 eydnaðist eftir brotssparkskapping at vinna steypafinaluna ímóti HB.

 

Um tað skal eydnast hjá B36 at vinna steypafinaluna, so er fyrsta treytin, at perónlig mistøk verða lúkað burtur. Her verður fyrst og fremst hugsað um heilt stóra mistakið, sum bar við sær, at HB javnaði til 1-1.

 

Tað málið kom mest sum burturúr ongum, tí stóru fyrstu løtuna var tað B36, ið var omaná. Álopsspælið var hugflogsríkt, meðan tað ikki riggaði nakað serligt hjá HB, sum hevði torført við at fáa fatur á miðvøllinum, og sum var lítið sannførandi í verjupartinum.

 

Marius Kryger Lindh og Hannes Agnarsson vóru væl upplagdir í B36 borðunum, og Zean Peetz Dalügge arbeiddi nógv. Marius Kryger Lindh legði B36 á odda, tá ið eitt korter var farið. Næstsíðsta fótin á bóltinum átti miðvallarin Jógvan Kárason Gullfoss. Hetta var fyrsta ferðin, at 20 ára gamli Jógvan var millum teir fyrstu ellivu.

 

B36 hevði tak á spælinum, og bólturin var á veg í HB málið einaferð aftrat, tá ið tað eydnaðist at pota hann millum beinini á Teiti Matras Gestsson, men Viljormur Davidsen kláraði akkurát at sparka bóltin burtur, áðrenn hann fór um málstrikuna.

 

Og so var tað, at risastórt mistak gav HB 1-1 málið og kveikti vónina um, at tað fór at bera til. Ófatuliga klossut sá tað út, tá ið Vilmer J. Rønnberg púra ópressaður og á miðjuni misti bóltin til Jákup L. Thomsen, sum streyk avstað og setti bóltin í málið. 1-1 og Jákup L. Thomsen ehvði skorað fyri triðju ferð í tveimum dystum.

 

Dygst undan steðginum eydnaðist tað B36 aftur at leggja seg á odda. Aftur var Marius Kryger Lindh eyðsýndur, tá ið hann sneiddi seg leysan á baklinjuni í høgru og legði bóltin mitt fyri málið, har Hannes Agnarsson rann inn og við høvdinum setti bóltin í netið, meðan HB verjan hugdi at.

 

Jákup L. Thomsen átti eisini lut í málinum, tá ið HB smáar tíggju minuttir eftir steðgin javnaði til 2-2. Hann átti uppleggið, tá ið Ári Mohr Jónsson, sum í kvøld var millum teir fyrstu ellivu hjá HB á framrættaðum plássi í vinstru, skoraði.

 

Báðir partar høvdu møguleikar at skora sigursmálið, men tað eydnaðist ikki.

 

B36 vann seg eitt stig inn á NSÍ í kappingini um fjórða plássið.

 

Hvør kostnaðurin hjá HB verður í kappingini um næstfremsta plássið fæst at vita seinnapartin í morgin, tá ið KÍ fer at spæla í Sørvági.

 

Leygardagin 2. november fara B36 og HB at hittast á Tórsvølli. Tá verður tað løgmanssteypið, sum fer at standa upp á spæl.

 

 

 

B36 – HB 2-2 (2-1)

 

1-0: Marius Kryger Lindh 15.

 

1-1: Jákup L. Thomsen 37.

 

2-1: Hannes Agnarsson 45.

 

2-2: Ári Mohr Jónsson 54.

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

B36: Silas Eyðsteinsson – Jann J. Benjaminsen, Vilmer J. Rønnberg, Magnus Egilsson, Fabian  Ness – Anton Søjberg, Jelle van der Heyden, Jógvan K. Gullfoss – Marius Kryger Lindh, Zean Peetz Dalügge, Hannes Agnarsson

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Ási P. Dam – Hanus Sørensen, Ejvind R. Mouritsen, Noah Mnenéy – Mohamed Samba, Jákup L. Thomsen, Ári Mohr Jónsson