Eitt ferðsluóhapp hendi á gjár uttan fyri svimjihøllina í Havn í gjár, tá ein bilur bakkaði, og ein smádrongur kom út fyri bilin.
– Fráboðanin ljóðaði so álvarslig, men tað var tíbetur ikki so galið, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Tað sá ikki út sum um, at drongur hevði fingið skaða, tó at hann gramdi seg nakað. Hann fór tí við sjúkrabilinum út á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Vaktleiðarin sigur, at skuldarspurningurin ikki er avkláraður, men at málið verður kannað nærri í dag. Og tað veldst um umstøðurnar, men tann sum bakkar hevur altíð víkiskyldu.