Í røðu síni vísti løgmaður ferð eftir ferð á, at skulu vit varðveita vælferðina, so er neyðugt at gera broytingar í samfelagnum.
Grøna orkuskiftið er neyðugt og løgmaður segði, at vit eru á rættari leið.
Nýggju vindmyllulundirnar oman fyri Tórshavn eru so smátt farnar undir framleiðslu.
-Meiri ferð verður sett á royndirnar við sjóvarfalsorku, og vit kanna, um orka fæst úr heitum keldum undir jørð, segði hann.
Hann segði eisini, at landið eigur at gangga á odda og vísti á, at bygningarnir í Tinganesi skjótt verða hitaðir við sjógvi.
-Frá 2024 banna vit oljufýrum í nýggjum húsum, vit veita stuðul til at taka niður gamlar oljufýringar, og hitapumpur sleppa framhaldandi undan meirvirðisgjaldi. Eisini leingja vit skipanina við mvgafturbering til el-og vetnisbilar, og vit minka stigvíst um ávís dálkandi vakstrarhúsgass, boðaði løgmaður frá.