Eg taki frástøðu frá gerðunum, ræðuleikunum og herferðini hjá krígsmaskinuni úr Russlandi, og týningini av ósekum mannalívum í Ukraina.
Men! Í verandi løtu hava vit eitt týðandi fiskarí í Barentshavinum. Hetta fiskarí røkkur aftur til 1977 og er livibreyðið hjá óteljandi fiskimonnum og familjum her á landi og harvið grundarlagið undir nógvum vinnulívsfyritøkum.
Í hesum ófrættakendu tíðum, við høgari inflatión og hækkandi prísum á matvørum, eru arbeiðspláss og matvøruframleiðsla dýr virði, ið landið eigur at tryggja.
Grundarlagið og livibreyðið hjá familjum og fyritøkum skal sjálvandi ikki skrykkjast undan teimum!
Tí eigur fiskaríið í Barentshavinum at halda fram eftir jól og nýggjár.
Hendan støðan eigur ikki at broytast, uttan so, at eitt samt løgting samtykkir annað, ella um alt Evropa stendur saman um at boykotta Rusland á fiskaríøkinum.
Annars kann støðan sjálvsagt broytast, til dømis um Russland slítur samstarvið, ella um onnur ókend krígstøða broyta alheimsviðurskiftini – viðurskifti, sum vit ikki hava ávirkan á.
Tað er átaluvert, at sitandi landsstýri ikki hevur nágreinað fylgjurnar av at steðga fiskaríið í Barentshavinumfyri fyri Føroyar, fyri fiskimennirnar, familjurnar og tær fyritøkur, ið liva av hesi fiskivinnu.
Eg fari at arbeiða fyri, at nertingar óttin hjá sitandi landsstýri verður burturbeindur, og at avbjóðingin við Barentshavinum kemur í fullan ljósmála, so at polittiska skipanin kemur fram til eina greiða loysn til øll hesi fólk og fyritøkur.
Skuldi tað ólukkuliga hent, at vit mugu siga Barentshavinum farvæl av orsøkum, sum vit sjálvi ikki eru harrar yvir, so skal annað ítøkiligt vinnugrundarlag verða klárt at seta í staðin.
Inntil tá skal fiskaríið í Barentshavinum halda fram.
Anfinn í Toft
X við meg á lista E!