BARNAFAMLJURNAR MUGU RAÐFESTAST

Tryggleiki er alt avgerandi fyri trivnaðin hjá einstaklingum og familjum. Í verandi støðu eru serliga barnafamiljurnar undir sera stórum trýsti. Eg haldi, at tað er sera umráðandi, at barnafamiljurnar verða raðfestar á fleiri økjum.

 

GERANDISDAGURIN SKAL GERAST BÍLIGARI!

Seinastu tíðina hava vit upplivað ein ógvusligan prísvøkstur. Tá ið vit hava verið til handils og brúkt 500 kr., so er munandi minni í innkeypsvogninum nú, enn fyri bara hálvum ári síðani. Hetta rakar altíð tey við lægstu inntøkunum harðast, og meinast í barnafamiljunum.

 

Tí vil Javnaðarflokkurin:

 

- geva skattalætta til lág- og miðallønt

 

- geva ein hægri barnafrádrátt, sum fyrst og fremst skal markast til familjur við miðal og lægri inntøkum

 

- lækka MVG á gerandisvørum sum mjólk, breyði, frukt og grønmeti

 

- geva fíggjarliga sperdum húskjum møguleika at søkja um fíggjarligt ískoyti

 

Fortreytin fyri øllum vallyftum er, at tey eru fíggjað. Tí skulu tær vinnur, sum hava fingið framíhjárættindi at troyta náttúrutilfeingi Føroya, rinda meira til felagsskapin.

 

ARBEIÐSVIKAN SKAL STYTTAST!

Føroyar eru eitt modernað samfelag við einum høgum livistøði og góðum vælferðarskipanum. Men modernaða samfelagið við øllum sínum fjølbroytni, meldri og krøvum hevur eisini ein prís – bæði fyri vaksin, ung og børn. Barnafamiljurnar merkja serliga sviðan av hesum.

 

Tað er umráðandi, at arbeiðstrýstið verður linkað og at familjurnar fáa meira tíð saman. Tí eiga vit at stytta arbeiðsvikuna og fáa størri ræði á okkara egnu tíð. Vit skulu fáa arbeiðstíð og familjulív at hanga saman.

 

Stytt arbeiðsvika ger tað eisini møguligt at heinta børn fyrr frá dagstovnum. Vit skulu hava meira tíð saman við okkara yngru børnum og vit skulu hava betri samband við okkara stóru børn.

 

Javnaðarflokkurin vil virka fyri, at arbeiðsvikan eftir fáum árum verður sett niður í 37 tímar – fyri óbroytta løn.

 

Tryggir fíggjarligir karmar og trivnaður gagnar ikki bara einstaklingum og familjum. Tey eru eisini hornasteinar undir einum væl virkandi vinnulívi.

 

Kim Durhuus – valevni Javnaðarfloksins