Barnamálaráð skal styrkja familjurnar

Vit kunnu ikki liva við, at foreldur at børnum við serligum tørvi í tíð og ótíð skulu noyðast í sjónvarpið fyri at fáa neyðugu hjálpina. Vit mugu tora at fara inn í almennu skipanirnar og gera neyðugu broytingarnar

 

Í Føroyum er tað eftirhondini gerandiskostur, at foreldur at børnum við serligum tørvi noyðast út í miðlarnar at rópa neyðarróp, tí børnini fáa ikki neyðugu hjálpina.

 

Skipanin, sum skal hjálpa hesum illa sperdu familjunum, er alt ov stirvin í dag. Foreldur fáa ikki nóg neyvt at vita, hvørji rættindi barnið og tey hava. Ofta noyðast familjurnar sjálvar at leita runt í ymiskum skipanum eftir hjálp. Starvsfólkini kýta seg at gera eitt gott arbeiði, men skipanin haltar.

 

Seinasti útvegurin

 

Í Danmark hava tey t.d servicelógina, sum greitt upplýsir familjum, hvørja hjálp og rættindi tey hava, tá ið barnið hevur tann og tann serliga tørvin.

 

Í Føroyum missa hesi frammanundan hart trýstu foreldur nærum mótið frá fyrsta degi av og orka illa kampin við systemið. Tey koma í klemmu, og fleiri detta niðurímillum í almennu skipanunum. Eftir at hava stríðst í mánaðir og kanska ár at fáa hjálp kenna fleiri tað sum einasta útvegin at fara í fjølmiðlarnar.

 

Vit kunnu sum samfelag ikki liva við, at fólk skulu vera noydd at fara í sjónvarpið í tíð og ótíð fyri at fáa hjálp. Tað er óvirðiligt, og er als ikki nøktandi í 2022. Vit mugu tryggja hesum familjunum ein virðiligan gerandisdag, og tað mugu vit gera BEINANVEGIN.

 

Landsstýrisfólk í barnamálum

 

Komandi árini eiga vit at raðfesta øll átøk, sum gagna børnunum og foreldrunum.

 

Her hevði eitt landsstýrisfólk í barnamálum heilt greitt verið ein gongd leið. Eitt Barnamálaráð. Hetta var eitt av mínum hjartamálum seinasta løgtingsval, og eg fegnist um, at onnur valevni nú eisini tykjast at hava tikið hugskotið til sín.

 

Eitt landsstýrisfólk í barnamálum hevði fingið ábyrgd av at endurskoða og samskipa tey tilboð, sum verða veitt børnum og ungum í dag og áhaldandi meta um tørvin á nýggjum tilboðum.

 

Vit mugu tora at fara inn í almennu skipanirnar (almannaverk) og gera neyðugu broytingarnar og nýskipanirnar.

 

Vit skulu bróta niður múrar millum fakbólkar, stovnar og geirar, so vit eru saman um børnini. Í felag skulu vit orða og seta í verk eina barnapolitiska virkisætlan, sum skal tryggja, at onki barn í Føroyum dettur niður ímillum skipanir. At onki barn í Føroyum stendur uttan hjálp, bert tí at barnið formelt er eitt ár eldri enn í gjár ella skiftir ímillum stovnar.

 

Íløgan lønar seg

 

Barnamálaráðið skal eisini tryggja, at foreldur at børnum við serligum avbjóðingum altíð vita, hvar tey skulu venda sær fyri at fáa neyðugu ráðgevingina og tilboðini. Somuleiðis skal ráðið syrgja fyri, at foreldur, stovnar og geirar arbeiða saman um at veita røttu tilboðini til børnini. Øll børn í Føroyum, ið hava brúk fyri hjálp, skulu hava rætt til eina samskipaða og samanhangandi tænastu.

 

Harumframt skal Barnamálaráðið eisini tryggja, at fakliga støðið hjá teimum, sum eru um børnini, altíð er høgt.

 

Umframt at gera tað liviligari hjá familjunum, sparir hetta samfelagnum aftur í ríkiligt mát seinni. Íløgan kann nevniliga minka um trupulleikar við strongd, sjúkrameldingum og óarbeiðsføri.

 

 

 

Djóni N. Joensen,

 

valevni fyri Javnaðarflokkin