Dagstovnar hava longri stongt enn foreldur eiga feriu

Foreldur sleppa ikki til arbeiðis, tí dagstovnar hava stongt. 

 

Ikki nokk við, at tað í løtuni er starvsfólkatrot ymsa staðni í landinum, so hava stovnar eisini stongt í vikuvís samanlagt alt árið. 

 

Tað er 8 vikur summarferia, 1 viku á jólum, 1 viku á páskum, 1 viku heystferia o.s.fr. Tað er ymiskt, hvussu stovnar velja at hava opið, men ein trupulleiki í øllum landinum er, at stovnar hava meiri stongt enn foreldur hava feriu. Hvussu skal tað hanga saman? Foreldur eru noydd at keypa sær frí, skylda tímar o.a. fyri at passa børnini heima. 

 

Skiftast um at taka feriu = ongantíð feriu saman

 

Tað skurrar, tí í tað hongur ikki saman. 

 

Frítíðarskúlar virka á sama hátt sum barnagarðar, men hava ikki opið sum barnagarðar. Men foreldur hava eitt arbeiði, hóast stovnar stongja og hvussu gera tey? Systkin passa síni systkin, ommur, abbar og foreldur skiftast um at taka feriu, fyri at passa sítt starv eisini. 

 

Man eigur at finna eina loysn

 

Tað burdi ikki verið ringt at lati stovnar havt opið, so foreldur kunnu arbeiða. Børnini elska at vera á stovn, og JA, BØRNINI HAVA BRÚK FYRI FERIU. Men ikki 6-8 vikur, og slett ikki uppá bekostning av, at foreldur mugu keypa sær frí omaná. 

 

Lond rundan um okkum, hava opið nógv meiri enn vit í Føroyum, nøkur lond hava í so nógv opið. 

 

Men man átti at kunna skorið niður uppá stongdar dagar, so fólk sleppa til arbeiðis. 

 

 

 

Aimi Helbo

 

valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið