- Tað er einki at taka seg aftur í, at um skipini sleppa at landa, har besti prísur fæst fyri fiskin, so gagnar tað ikki bara manningum og reiðaríum, men eisini sperda landskassanum.
Tað segði Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag á landsfundi felagsins leygardagin.
- Hetta hava vit víst á gjøgnum nógv ár, legði hann aftrat.
Felagsformaðurin segði, at fleiri tingfólk hava ivast í, um tey skulu loyva føroyskum skipum at landa aðrastaðni, hóast prísurin hevði verið væl hægri tá.
- Tí hevur Fiskimannafelagið tosað við fleiri av okkara fólkavaldu, sum hava havt síni ivamál um hetta, og líkt er til, at hetta hevur hepnast.
Jan Højgaard segði, at nú duga fleiri tingfólk at síggja fyrimunin fyri føroyska búskapin, at vit fáa væl meira fyri hvørt kilo av fiski.
- Tí vænta vit broytingar, sum fara at koma av, at skip selja fyri hægsta prís, sum kemur at bera við sær búskaparligan vøkstur fyri samfelagið.
Felagsformaðurin nevndi eisini sjómannafrádráttin, og helt fyri, at felagnum dámar lítið tey álop, sum nú verða gjørd á hesa skipan.
- Hetta er ein frádráttur til fólk, ið eru heimanífrá í dagar og vikur og viðhvørt mánaðir fyri at vinna sær og sínum inntøku og landinum valuta.
- Landsstýrið eigur at gera sum okkara grannalond og økja um sjómannafrádráttin heldur enn at minka hann í stigum, segði Jan Højgaard á landsfundinum.
Lesið eisini -
* Ber illa til at lýsa sorgina við orðum - https://www.in.fo/news-detail/ta-kambur-sakk-ber-illa-til-at-lysa-sorgina-vid-ordum
* Her eru myndir frá landsfundinum - https://www.in.fo/news-detail/myndir-fiskimannafelagid-hevur-landsfund
* Fiskimenn eru rættiliga slitnir - https://www.in.fo/news-detail/nogvir-fiskimenn-eru-raettiliga-slitnir-1
##med2##