Ein persónur er deyður og sjey hava fingið skaða, eftir at eldur kom í ein Tesla Cybertruck, sum sprongdist uttan fyri eitt hotell hjá Donald Trump í Las Vegas.
Tað upplýsir AP-tíðindastovan.
Tann deyði var í bilinum. Sjey onnur fólk, sum vóru nærhendis, fingu smærri skaðar og vórðu flutt á sjúkrahús til viðgerðar.
Myndugleikarnir siga, at teir fingu fráboðanir um eldin við inngongdina til hotellið umleið klokkan 8:40 lokala tíð.
Eingin orsøk til spreingingina er enn fráboðað.
ABC News skrivar, at til eitt motiv er ásett - og allir aðrir møguleikar eru útihýstir - viðger løgreglan málið sum eina møguliga kriminella gerð og møguligan yvirgang.
- Eg veit, at tit hava nógvar spurningar, sigur Jeremy Schwartz, sum hevur ábyrgdina av skrivstovuni hjá FBI í Las Vegas.
- Vit hava ikki nógv svar, sigur hann, sambært tíðindastovuni AP.
Løgreglan í Las Vegas hevur sambært USA Today sagt, at tað "ikki tykist at vera nøkur eyka hóttan móti samfelagnum í løtuni."
Stjórin í Tesla, Elon Musk, sigur, at alt "leiðslutoymið hjá Tesla kannar málið beint nú."
- Vil deila meira kunning um hetta so hvørt sum vit fáa meira at vita. Vit hava ongantíð sæð nakað tílíkt áður, skrivar Musk.
Stjórin í Tesla, sum hevur tætt samband við komandi Trump-stjórnina, er settur at standa fyri eini deild, sum skal minka um almennu útreiðslurnar í USA undir komandi forsetanum.
/Ritzau/
##med2##