Biden linkar revsing hjá 2.500 dømdum

Joe Biden hevur nú metið sum forsetin, sum hevur broytt flestu dómar, beint áðrenn hann leggur frá sær.

Biden, sum hevur verið upptikin av náðigevingum, fer hósdagin at luttaka í farvælhátíðarhaldi sum ovaskommanderandi í amerikansku herdeildunum. - Mynd: Evan Vucci/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Joe Biden, linkar dómin hjá nærum 2.500 fólkum, sum eru dømd fyri ikki-harðlig brotsverk í sambandi við rúsevni.

Tað upplýsir AP-tíðindastovan.

Hetta gevur Joe Biden forsetametið við flestu revsilækkingum og náðingum.

- Náðingarnar í dag hjálpa einstaklingum, sum hava fingið langar revsingar grundaðar á ein óvirðiligan mun millum crack (sum verður roykt, red.) og pulvurkokain, umframt ótíðarhóskandi øktar revsingar fyri rúsevnisbrotsverk, sigur hann.

Fráfarandi amerikanskir forsetar geva ofta bæði náði og lækkaðar fongsulsrevsingar í teirra seinasta valskeiði sum forseti.

Biden hevur verið ógvuliga upptikin, tá tað kemur til ta greinina.

Millum annað broytti hann í desember revsingina hjá 37 av 40 deyðadømdum í samveldisfongslunum í landinum. Teir fingu í staðin lívslanga fongsulsrevsing uttan møguleika fyri royndarleyslating.

Eisini í desember gav hann revsilækking til umleið 1.500 fólk, sum vórðu leyslatin úr fongslinum at sita revsingina heima undir koronafarsóttini.

Harumframt fingu 39 fólk, sum vóru dømd fyri óharðlig brotsverk, náðað.

Hansara mest umrødda náði hevur tó verið av soninum Hunter Biden, sum í tveimum málum stóð fyri revsing.

Áðrenn náðina hevði Joe Biden fleiri ferðir hildið fast um, at hann ikki fór at náða soninum.

Men her gjørdi forsetin eina kúvending, sum hann greiddi frá við at siga, at "politikkur var við í tilgongdina", sum ávirkaði sonin.

Biden hevur fingið atfinningar fyri sína avgerð, millum annað orsakað av hansara fyrru kategorisku útsøgnum. Náðin var "full og treytaleys" og harvið ikki bert miðað móti umrøddu revsimálum.

Republikanski Donald Trump verður tikin í eið sum forseti í USA 20. januar, eftir at hann vann forsetavalið í november á demokratinum Kamala Harris.

 

/Ritzau/

 

Biden, sum hevur verið upptikin av náðigevingum, fer hósdagin at luttaka í farvælhátíðarhaldi sum ovaskommanderandi í amerikansku herdeildunum. - Mynd: Evan Vucci/Ritzau Scanpix