Biden var ov ungur tá hann var valdur í Senatið

Joe Biden, sum er 81 ára gamal í dag, varð einaferð mettur at vera ov ungur til at verða valdur.

Tað skrivar NBC í vangamynd av demokratinum, sum nú er fráfarandi forseti í USA.

 

Biden varð fyrstu ferð valdur inn í senatið í kongressini í 1972. Men tá hann varð valdur, var hann bert 29 ára gamal, og lýkti tí ikki aldurskravið hjá senatinum um 30 ár.

 

Biden fylti tó 30 ár nakrar vikur eftir valsigurin.