Allir flogvøllir í russiska høvuðsstaðnum, Moskva, vórðu stongdir í dag av trygdarávum.
Tað siga tíðindastovurnar Reuters og Tass frá.
Boðini komu frá Rosaviatsia, sum hevur eftirlit við flogferðsluni í Russlandi. Serliga orsøkin til, at flogferðslan er stongd í eitt stutt tíðarskeið, er ikki nevnd.
- Flogmanningar, flogferðsluleiðarar og flogvallartænastan taka øll neyðug tiltøk fyri at tryggja flogtrygdina, skrivar Rosaviatsia klokkan 13:19, sambært Reuters.
Moskva hevur fýra flogvøllir. Flogvøllurin í Kaluga, umleið 160 kilometrar frá russiska høvuðsstaðnum, var eisini stongdur.
Statsliga russiska tíðindastovan Tass boðaði eins og Reuters frá, at teir fimm flogvøllirnir ikki vóru virknir. Hetta varð gjørt fyri at tryggja borgaraflogferðsluna, skrivar Tass.
Klokkan 14:16 kundu flogfør sambært Tass aftur flúgva til og frá teimum fimm flogvøllunum.
Ritzau/Reuters