Serliga er talið av persónbilum minka nógv í sølutlunum hjá Akstovuni, sum hevur gjørt bilasøluna upp fyri ársins fyrstu tveir mánaðir.
Higartil í ár eru seldir 197 nýggj akfør í mun til 294 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein munur upp á 97 ella 33 prosent.
Talið av seldum persónbilum er lutvísti minkað nógv meira, tí sledir eru bara 125 nýggir persónbilar ársins fyrstu tveir mánaðir í mun til 220 sama tíðarskeið í fjør. Her er afturgongdin 43 prosent.
Orsøkin er uttan iva fyrst og fremst tann, at lógin um avsláttur fyri keyp av elbilum, plug in hybrid bilum og hybrid bilum fór úr gildi á nýggjárinum. Lógin er nú lýst og kom í gildi í gjár, so nú er støðan í so máta tann sama, sum hon var fyri 1. januar, tá lógin fór úr gildi. Og tey sum kortini hava keypt hesar bilar seinastu tveir mánaðirnar, tey fáa eisini endurgoldið tá, sum avslátturin nú er.
Vit gita, at tað fer at síggjast aftur í sølutølunum, tá mars mánaði er liðin. Men sjálvandi kann hendan tíðin við inflasjón og príshækkingum eisini ávirkað søluna av bilum, um enn kansa ikki í so stóran mun, sum tølini vísa ársins fyrstu tveir mánaðir.