Tað er í mun til janauarmánað í fjør. Og í januarmánaði í fjør var afturgongdin nógv størri, tí tá vórðu seldir 53 prosent færri bilar enn í januarmánaði í 2022.
Tað vísa hagtølini hjá Akstovuni, sum hevur gjørt upp søluna av nýggjum bilum í ársins fyrsta mánaði.
Sett upp í tølum sær støðan soleiðis út.
Januar 2024: 37 persónbilar
Januar 2023: 57 persónbilar
Januar 2022: 121 persónbilar
Tilsamans eru skrásett 64 nýggj akfør í januarmánaði í ár í mun til 85 í januar í fjør. Tað er ein afturgongd upp á 21 akfør ella 25 prosent.
##med2##
Og bera vit saman við støðuna fyri einum ári síðani, so vístu tølini frá Akstovuni, at sølan í januar í 2023 var 48 prosent verri enn sølan í januar í 2022.