Bilførari bremsaði við vilja so prutlið koyrdi á

- Hendingin fór fram inni í Leirvíkstunlinum. Bæði bilførarin og førarin á prutlinum verða skuldsettir, sigur løgreglan.

Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Leirvíkstunlinum.

 

- Tað var ein bilførari, sum var so irriteraður um, at eitt prutl koyrdi so nær aftan fyri bilin, at hann bremsaði, so prutlið koyrdi á.

 

Tað visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun. Slíkt kundi sjálvsagt verið rættiliga álvarsligt, um nógv ferð var á bili og prutli. 

 

Vaktleiðarin visti at siga, at bilførarin verður skuldsettur fyri uttan orsøk at hava bremsað.

 

- Førarin á prutlinum verður eisini skuldsettur fyri at hava bygnaðarbroytt prutlið og fyri ikki at hava hildið neyðugu frástøðuna.

 

Løgreglan sigur, at tíbetur stóðst ikki stórvegis skaði í óhappinum, og hvørgin parturin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar. 

 

- Førarin á prutlinum koppaði á súkluni og fekk kanska okkurt smávegis skursl, legði vaktleiðarin aftrat.