Bilførari helt ikki treytaleysu víkiskylduna

Seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp við Magn-støðina í Gøtudali, har tveir bilar stoyttu saman.

Umleið klokkan 14.30 í gjár hendi eitt ferðsluóhapp við Magn-støðina í Gøtudali.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at her stoyttu tveir bilar saman, tí annar bilførarin helt ikki treytaleysu víkiskylduna.

 

- Trý fólk - tvey í einum bili og eitt fólk í einum - gjørdust partur av óhappinum, og tey vórðu send á Landssjúkrahúsið til kanningar.

 

Løgreglan heldur ikki, at likamligu skaðarnir vóru so stórir, men bilarnir fingu eftir øllum at døma størri materiellar skaðar.