Blámusoppur á Tjóðsavninum kostar yvir 14 milliónir krónur

Løgtingið skal í morgin taka støðu til eina eykajáttan til Tjóðsavnið at bøta um skaða av blámusoppi á goymsluni í Hoyvík

– Orsøkin til at málið verður tikið upp, er at landsstýriskvinnan er gjørd varug við, at ógvusligur blámusoppavøkstur er staðfestur á goymsluni hjá Tjóðsavninum í Brekkutúni 6 í Hoyvík.

Soleiðis skrivar Almanna- og mentamálaráðið í viðmerking til uppskotið, sum verður til viðgjørt í Løgtinginum á tingfundi í morgin.

Talan er um høvuðsgoymsluna við mentanarsøguligu gripum landsins.

– Akutta støðan við blámusoppi ger, at tað ikki er ráðiligt at hava gripirnar standandi á goymsluni í Brekkutúni 6. Soppavøksturin versnar støðugt, og soppavøksturin er nú sjónligur á gripunum. Tað er tí bráðneyðugt, at fáa gripirnar út úr goymsluni, reinsaðar og lagdar á aðra goymslu, eitt nú á goymsluni hjá Tjóðsavninum í Smiðjugerði. Alneyðugt er at farið verður undir arbeiðið beinanvegin, og at farið verður eftir teimum viðkvæmastu gripunum fyrst, skrivar ráðið.

Umframt verandi starvsfólk hevur Tjóðsavnið bráðneyðugan tørv á einum konservatori og tveimum hjálparfólkum, ið kunnu fara í gongd beinanvegin. Harafturat er tørvur á útgerð.

Í viðmerkingunum til uppskotið sæst, at Tjóðsavnið kunnaði fyrr í ár Almanna- og mentamálaráðið um, at starvsfólk á Tjóðsavninum, ið arbeiða á goymsluni í Brekkutúni 6 fingu trupulleikar við heilsuni, tá ið tey høvdu verið inni á goymsluni.

– Sjúkueyðkennini góvu ábendingar um blámusopp, og tí varð ein luftgóðskukanning gjørd á goymsluni. Úrslitini frá yvirflatukanningini (MMS) í januar vístu ógvusligan soppavøkstur á veggjunum, har royndirnar vóru tiknar. Eisini var nøgdin av blámusoppatilfari í luftini (FAI) høg. Nýggjar kanningar í mars vístu, at hóast stig vórðu tikin til at vaska blámusoppin burtur, so var framvegis tilgongd av soppavøkstri, sæst í tilfarinum í mállinum.

– Longu nú sæst soppavøkstur á gripunum, og tískil er bráðneyðugt at fara ígongd við arbeiðið at fáa gripirnar úr goymsluni, reinsa gripirnar og at leggja teir á aðra goymslu beinanvegin, skrivar Almanna- og mentamálaráðið.

Ætlanin er at fara undir at reinsa og flyta gripir út so skjótt játtan er fingin til vegar til at seta gongd á arbeiðið. Ætlanin er at laga hølini í Brekkutúni til, so tað ber til at reinsa gripirnar á staðnum, áðrenn teir verða fluttir í goymsluna í Smiðjugerði, har teir kunnu verða goymdir fyribils. 

Arbeiðið at reinsa er umfatandi og heldur fram komandi árini, og mett verður at tað kemur at kosta umleið 3,2 mió kr. um árið komandi trý til fýra árini.

– Umframt verandi starvsfólk á Tjóðsavninum er brúk fyri trimum fólkum: einum konservatori, og tveimum hjálparfólkum, ið kosta 850.000 krónur í løn í fimm mánaðir. Harumframt er neyðugt við leigu av arbeiðsskúrum og byngjum til neyðmóttøku, í alt 50.000 krónur, 200.000 krónur til keyp av útgerð, harundir arbeiðspláss, luftrensari, stálreolir, amboð v.m. Harumframt 300.000 krónur til keyp av luftgóðsku- og yvirflatukanningum, ferð og uppihald til konservator, pakkitilfar, trygdarútgerð v.m. Í alt er metti kostnaðurin í 2024 at verða 1,4 milliónir krónur.

Almanna- og mentamálaráðið skrivar, at støðan við blámusoppi á goymsluni á Tjóðsavninum versnar fyri hvønn dag, og gripirnir fáa varandi skaða.

– Starvsfólk á Tjóðsavninum fáa ikki arbeitt inni á goymsluni, og goymslan er nú læst av, skrivar ráðið.

Tí verður søkt um at fáa 1,4 milliónir krónur í eykajáttan til at byrja reinsan av gripum fyri blámusopp í goymsluni hjá Tjóðsavninum alt fyri eitt.