Bøkur um okkara fyrstu løgmenn undir heimastýrislógini eru ikki gerandiskostur, men í hesum døgum vera tvær bøkur um løgmenn lagdar fram á sama staði, kvøld um kvøld.
Seint seinnapartin og tíðliga í kvøld hava fólk verið á gátt í Miðlahúsinum fyri at ogna sær seinnu bókina hjá Óla Jacobsen um Kristian Djurhuus.
Í annaðkvøld klokkan 19 í Miðlahúsinum leggur Virgar T. Dalsgaard bók sína, ið hann hevur skrivað um tann viðgitna stríðsmannin, Petur Mohr Dam sum í meira enn fjøruti ár var turbulentur miðdepil í føroyskari nútíðarsøgu.
Løgmansskribentarnir báðir, tann 80 ára gamli Óli og tann 86 ára gamli Virgar hittust í Miðlahúsinum tíðliga í kvøld. Teir staðfestu báðir, at teir eru spentir uppá at fáa høvið at lesa bøkurnar hjá hvørjum øðrum um tveir av teimum fremstu politikkarunum í Føroyum í 20. øld.