Okkara børn eru okkara framtíð. Sjálvandi skulu vit raðfesta børnini. Hetta er eyðsæð, men tað verður tíverri ikki altíð framt í politikki.
Børnini skulu hava tað gott á dagstovnunum. Tað skulu vera vaksin, tey kenna, ið taka sær av teimum. Tí skulu vit í samráð við kommunurnar raðfesta námsfrøðiliga økið, við minimumsnormeringum og við at økja upptakið til útbúgving.
Børn skulu sleppa at vera børn, og vit skulu verja tey móti okkara forvæntningssamfelag. Tí skulu vit styrkja leiklutin hjá flokslæraranum og umskipa lands og pisaroyndirnar. Børnini skulu trívast, so trívast foreldrini eisini.
Børnini skulu sleppa at vera børn. Soleiðis fáa vit børn, sum verða klár at gerast vaksin.
Børnini fyrst

Marnar Fríðheim Kristiansen, Valevni hjá Javnaðarflokkinum