"Kampen om ytringsfriheden" hjá Heina í Skorini, lektara á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum, gongur sum heitt breyð og er komin á danska bestseljaralistan, skrivar Fróðskaparsetrið.
Móttøkan var góð, tá Heini í Skorini, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, í apríl í ár út bókina ”Kampen om ytringsfriheden: religion, politik og global værdikamp.” Bókin fekk góð ummæli í m.a. Weekendavísini, Jyllandspostinum og á Altinget.dk, har fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, kallaði bókina ”fortræffelig”. Og nú er hon eisini at síggja á donskum bestseljaralistum. Í viku 33 er bókin nummar seks á topplistanum fyri danskar fakbøkur hjá SAXO.
”Kampen om ytringsfriheden” viðger søguliga og aktuella stríðið um at definera mørkini fyri talufrælsinum, og seinastu vikurnar er hon vorðin meiri aktuell av áhaldandi koran-brenningunum í Danmark og Svøríki, mótmælisgongum í muslimska heiminum og álopum á m.a. svensku sendistovuna í Baghdad.
##med2##
Tann 31. juli hevði felagsskapurin hjá 57 muslimskum londum í heiminum, The Organization of Islamic Cooperation (OIC), ein fund um, hvussu muslimski heimurin kann ella skal revsa Danmark og Svøríki, og sambært fregnartænastunum er hóttanin um yvirgang vaksin.
##med3##
Samstundis hava bæði danska og svenska stjórnin boðað frá, at nýggj lóggáva skal samtykkjast, sum setur forboð ímóti at brenna bøkur. Fólkatingið skal væntandi taka støðu til ítøkiliga lógartekstin í september ella oktober. Hesar hendingar hava havt ávirkan á umrøðuna og søluna av bókini, og Gads Forlag hevur nú ætlanir um at umseta bókina til enskt og geva hana út á enskum forlagi. Samstundis hava fleiri samrøður verið við høvundan, Heina í Skorini, í føroyskum, donskum, svenskum og íslendskum miðlum.