Bókin »Tær góvu lív« eitt frálíkt tiltak men…

KVF hevði í tíð­indu­num umrøðu av  bókini hjá Rig­mor Dam um  tær kvinn­ur, sum doyðu í bars­ils­song. Tað er gott, at henda søgan verður skrivað, með­an tað enn eru keld­ur, sum vita um  hesa døkku søgu

Á heimasíðuni hjá  KVF verð­ur endurgivið fylgjandi lýs­ing av bókini:

 

»Føroysku kvinnurnar livdu og virkaðu í einum patriarkalskum samfelag, har allir valds- og myndugleikapersónar vóru menn, umframt at maðurin sum eigari og arvingur var løgfrøðiligt høvur í familjuni.

 

Hesin patriarkalski struktururin er eisini orsøk til, at so fáar keldur umrøða kvinnulív og kvinnuheilsu, og at søgan einamest er skrivað av monnum, fyri menn og um menn.«

 

Henda endurgeving hev­ur einki við heitið á bókini at gera. Her snýr tað seg um at leggja eftir monnunum, sum mill­um annað  skulu hava forð­að kvinnum at gera seg galdandi, tá ið tað ræð­ur um søguskriving um kvinn­ur.

 

Hetta sjónarmið hevur einki við veruleikan at gera.

 

Tað haldi eg meg kunna út­t­­ala meg um. Eg havi í míni tíð skrivað nógv av  fiski­manna-  og kvinnusøgu.

 

Um­framt eitt stórt tal av grein­um í FF-blaðnum og Sos­i­alinum um kvinnur havi eg  skrivað og staðið fyri trim­um bókum  við ”reinari” kvinnusøgu. Tær eru um gøtu­kvinn­una Elsu Jac­ob­sen og hennara á­hug­a­verda virksemi í Eti­opia, um próstakonuna Onnu Evensen, sum var fødd í 1841, og sum lýsir  á­hug­a­verdu søguna hjá sær og for­eldr­unum.

 

So er tað bókin ”Tær bygdu land”, sum er um lívið hjá 20  ”vanligum” kvinnum, sum  í síni tíð umboðaðu grund­ar­lagið fyri okkara sam­felag.

 

Ein slík bók er í hvussu er ikki gerandiskostur.

 

Eg helt, at ein slík  bók í hvussu er skuldi havt áhuga hjá t.d. blaðnum ”Kvinna”, og sendi eg teimum bókina áðr­enn hon kom út. Men bók­in varð ikki so frægt sum  nevnd í blaðnum.

 

Men tað hevði ongan týdn­ing, tí bókin varð út­seld fleiri ferðir. Hetta sig­ur nakað um, hvør tað er sum hevur áhuga í hesum evni. Tað skal tó sigast, at kvinn­u­felagið í Havn vísti áhuga.

 

 

 

Lagnusøgan hjá fiskimannaheimum

 

Eisini havi eg umframt nógv­ar greinir skrivað og giv­ið út bók um  lagnuna hjá mann­ingini á 21 skipum og bát­um, sum gingu burtur fra 1919 til 1957, og har fleiri hundr­að menn mistu lívið.

 

Her er eisini lýst søgan hjá teim­um, sum sótu eftir heima, og hvussu tey komu und­an og hvussu familjan kendi tað,  tá hon misti mannin, pápan og synir.

 

Í hesum sambandi havi eg havt sam­band við eitt stórt tal av kvinn­um, sum varaðu av hesum fiskimonnum, sum ikki bóru boð í bý.

 

Hetta er lýst í bókini “Hav­ið tók teir”, sum kom út í 2013. Her vóru um 50 kvinn­ur umframt nógvir menn, sum vóru keldur til hes­ar frásagnir.

 

Eg havi ikki vitað um nakr­an kvinnuligan  søgu­skriv­ara, sum ikki er sloppin fram­at hesum evni ella sum hava verið burrtrokaðar av nøkr­um manni.

 

Hevði tað skula verið bíðað eftir kvinnuligum søgu­skriv­ar­um, hevði eingin søga ver­ið skrivað,  eisini tí tær flestu keldurnar eru deyðar.

 

Havi frá kvinnum fingið hægstu viðurkenningina

 

Eg eri fegin um alla  ta við­ur­kenning, sum eg havi fing­ið frá lesarum fyri hesa skriving. Hon er  millum ann­að frá mongum teirra, hvørs søgu eg havi fest á blað, so hon er varðveitt fyri eft­ir­tíðina.

 

Ein tann  hægsta við­ur­kenn­ing­in kom frá ta  tá 90 ára gomlu Petreu á Toftum, sum sendi mær søguna, hon hevði skrivað millum annað um tá ið hon misti beiggja sín við Nólsoy í 1934, og sum er part­ur av umrøddu bók. Eis­ini misti hon drongin und­ir krígnum.

 

Hon sendi mær eitt bræv stutt áðrenn hon doyði, har hon takkaði mær fyri, at eg hevði hýst hennara søgu fyrst í FF-blaðnum og síðan í um­røddu bók, ”tí nú kann eg greiða frá hesum uttan at verða ov rørd”.  Hetta er eisini partur av søguni.

 

Hetta bræv goymi eg sum reyðagull.

 

Eitt annað dømi er Hann­i­beth í Sumba, sum hevði arvað frá ein skyld­konu ta dagbók, sum drong­ur henn­ara, Bern­ard Henriksen, hevði skriv­að í 1930 um sítt lív á sjógvi og landi.

 

Henda dagbók við henn­ara viðmerkingum, tá ið drong­ur­in gekk burtur, gav eitt gott ískoyti til lýsingina av forlissinum hjá Nólsoy í 1934, og hvussu genta hansara kendi tað.

 

Hannebeth lat FF-blað­num hetta handritið, sum nú er alment tøkt, og er tað eitt gott grundarlag fyri okk­ara fiskimannasøgu.

 

Tað sama er við ta tá um 80 ára gomlu  Fridu frá Gjógv, sum  á samkomu á Toftum í 1999 takkaðu mær fyri at hava skriva søg­una um Acorn, tá sjey menn brendu til deyðis. Her varð eisini  lýst syrgiligu  lagn­an hjá pápanum og beiggja­num.

 

Alt hetta er ein við­ur­kenn­ing, sum telur meira enn alt annað.

 

Rigmor eigur at halda fram við  síni søguskriving utt­an at geva monnum  skuld­ina fyri, at tað er kom­ið so  lítið burtur úr hjá  hennara kvinnuligu felø­g­um á hesum øki!

 

 

 

Óli Jacobsen