Longu nú eru tvey Bónussteyp á veg vestur til Sørvágs.
Eisini í dreingir 16 møttust SÍ og ÍF í steypafinaluni.
SÍ vann finaluna greitt 2-0.
SÍ-ÍF 2-0 (25-21, 25-14)
Um finaluna skrivar Flogbóltssamband Føroya, at talan gjørdist ikki um ein serliga spennandi dyst. Her vóru sørvágsdreingir ov sterkir fyri fuglfirðingar, sum ongantíð funnu leistin til at svara sannførandi SÍ-liðnum aftur.
Lukas Poulsen hjá SÍ var valdur til besta leikara í dystinum.