Borgarafundur í Saksun um verndarøki

Mikudagin 13. novembur verður borgarafundur um møguligt verndarøki í Saksun

Umhvørvisstovan skrivar, at fundurin verður kl. 19.00 á Kvíggjarhamri í Saksun og er almennur. Neyðugt er tó við tilmelding við at senda ein teldupost til theresaj@us.fo.

 

Tað eru borgarar í Saksun, sum hava heitt á Umhvørvisstovuna um at verja eitt øki við pollin, við heimild í Náttúruverndarlógini.

 

Kunngerð um bráðfeingisvernd av sandheyggjunum varð sett í gildi í Saksun í summar, tí týðilig tekin vóru um slit. Uppmerking varð gjørd fyri at leiðbeina og fáa fólk at ganga út á sandin og runt um sandheyggjarnar. Gildistíðin hjá eini kunngerð um bráðfeingisvernd er avmarkað til fýra ár.

 

Á fundinum verður kunnað um tilgongdina, tá arbeitt verður við at gera eina verndarkunngerð, og hvussu fólk og aðrir áhugapartar kunnu veita upplýsingar, sum eru viðkomandi fyri skipan av verndini.

 

Skráin er hendan:

 

kl.

 

19.00  Vælkomin

 

19.05  Hví reisa verndarmál?

 

Umboð fyri stigtakarar

 

19.15  Verndarøki í Saksun

 

Theresa Jákupsdóttir, náttúrumálsviðgeri, Umhvørvisstovan

 

19.50  Orðið er frítt

 

20.30  Liðugt