Breiðablik snávaði í undanroyndini til Conference League

Breiðablik tapti 0-2 fyri FH á heimavølli

Sunnukvøldið tók liðið hjá Klæminti A. Olsen, Breiðablik móti FH á heimavølli í dysti í ovara endaspælinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

FH vann dystin 2-0. Davíð Snær Jóhannsson legði FH á odda beint undan steðginum, og tá 74 minuttir vóru farnir økti Vuk Oskar Dimitrijevic til 2-0.

 

Klæmint kom á vøllin tá ein tími var leiktur av dystinum, og sambært Morgunblaðnum hevði hann tveir stórar málmøguleikar, men inn vildi bólturin ikki.

 

Breiðablik er nummar trý í ovara endaspælinum við 38 stigum, bert eitt stig frammanfyri FH. Víkingur er langt fremst við 59 stigum, og Valur er nummar tvey við 48 stigum. Víkingur skal bert hava tvey stig komandi fimm dystirnar, so eru teir staðfestir meistarar í Íslandi. 

 

Hetta gjørdist ikki ein væleydnað undansýning hjá Breiðabliki, ið skal ferðast til Ísraels fyri at spæla dyst móti Maccabi Tel Aviv í Europa Conference League bólkaspælinum.

 

Dysturin byrjar klokkan 20. Somu klokkutíð spælir KÍ á útivølli móti Slovan Bratislava.