BRIMHVÍTT - Inniligur tónleikur við hvøssum hugleiðingum

Frum stuttfløgan eftir BRIMHVÍTT úti nú.

Brimhvítt er fyrsta stuttfløgan, sum bólkurin BRIMHVÍTT letur úr hondum.


Sangari Bjørk S. Lamhauge greiðir frá:

"Hetta við menniskjans upphavi hevur altíð hugtikið meg. Hvaðani eru vit komin, og hví eru vit júst blivin soleiðis, sum vit eru? Hava vit ávirkan á okkara egnu lagnu, ella eru tað menniskjuni rundan um okkum, sum forma hana?


Eftir míni meting, so eru tað okkara egnu avgerðir og tess avleiðingar, ið forma okkum. Men hvat hendir so, tá vit hava tikið eina avgerð, sum stríðir móti okkara egna siðalag, bara fyri at tekkjast øðrum? Missa vit tá eitt petti av okkum sjálvum? Og er tað tá nokk bara at angra?"


Allir hesir spurningarnir verða vendir á fyrstu stuttfløguni brimhvítt eftir BRIMHVÍTT. Løgini er 6 í tali og eru skrivað heima hjá Bjørk í Havn og síðani framleidd í kamarinum hjá Ara í Norðagøtu.


"Hittir man okkum í bólkinum, er fyrsti tankin allarhelst, at vit eru opin menniskju við løttum sinni, sum hugna okkum, tá vit upptraðka, venja og spæla inn. Sangirnir lýsa hinvegin ta melankolsku síðuna, sum býr í bólkalimunum, eins og í øllum øðrum menniskjum."


"Vit í BRIMHVÍTT – Ari, Bjørk, Ingmar, Karl Andrias og Harald – vóna, at tit fara at taka væl ímóti útgávu okkara og vera góð við hana, eins og vit".

 

BRIMHVÍTT

 

brimhvítt

 

Útgivið 1. novembur umvegis Plátufelagið Tutl.

 

Lurta eftir brimhvítt