Vit hava fingið sendandi eitt video-brot av einari brugdu, sum svimur innarlaga á Vágsfirði í morgun. At síggja til, er hetta ein stór brugda, sum liggur og damlar aftur og fram inni á vágni.
Sambært www.snar.fo er brugda vanliga millum seks og tíggju metrar long. Hon verður tó í mesta lagi 12 metrar, kanska 15.
Brugda er størsti fiskur í føroyskum sjógvi og heimsins næst størsti fiskur. Størsti fiskurin í havinum er hvalhávur.
Snar veit at siga, at brugda bæði er botnfiskur og uppsjóvarfiskur. Hon heldur til úr vatnskorpuni og niður á 600 metra dýpi.
Brugda er grábrún og svørt á bakinum og ljósari undir búkinum. Hon hevur ljósar blettir undir øsinum og undir búkinum.
##med2##
Hon hevur stóran kjaft og smáar tenn og livir av æti. Brugda sæst ofta í vatnskorpuni um summarið. Tá sæst gjarna ryggfjøðurin og endin av stertinum, soleiðis sum viðhefta video-brot eisini vísir.
Brugda hevur stóra livur við nógvum lýsi. Hon hevur tí eisini verið nógv veidd.