Burn: H71 vann greitt á Kyndli í 1. FM-hálvfinaluni

H71 var á odda 17-8 móti Kyndli í steðginum, og so beyðst ikki bøtur

H71 hevur kós móti enn einari FM-finalu.

 

Í 1. FM-hálvfinaluni móti Kyndli í høllini á Hálsi í Havn vann H71 í kvøld ein greiðan 31-26 sigur á Kyndli.

 

H71 var á odda 17-8 í steðginum. Tað nærmasta Kyndil kom H71 í seinna hálvleiki var við støðuna 24-28. Tá vóru færri enn tríggir minuttir eftir. 

 

Ovi Lützen var toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum. Bogi Hansen var toppskjútti hjá H71 við átta málum.

 

Sunnukvøldið klokkan 19 verður 2. FM-hálvfinalan í Hoyvíkshøllini. Um Kyndil vinnur tann dystin, so verður 3. FM-hálvfinalan leikt í Hoyvíkshøllini , hóskvøldið 18. apríl klokkan 19.30.

 

Í annaðkvøld klokkan 19.30 leika KÍF og VÍF 1. FM-hálvfinaluna í høllini í Kollafirði.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá 1. FM-hálvfinaluni millum Kyndil og H71:

 

##med2##