Tríggir dystir vóru leiktir í Burn Mansdeildini í dag.
Í høllini í Vestmanna var ein sera spennandi og javnur dystur millum VÍF og KÍF. Tað eydnaðist KÍF at vinna slagið um Norðurstreymoy við einum sigursmáli Hans Eli Sigurbjørnsson skoraði í triðseinasta sekundinum av dystinum. Í steðginum var VÍF á odda 14-13. VÍF var á odda 7-2 tá 13 minuttir vóru leiktir av dystinum, men KÍF fekk høvdið fyri seg, javnaði til 10-10 í 26. minutti, og restina av dystinum leikaði tað javnt á.
Óla Jákup Gaard Olsen var toppskjútti hjá VÍF við sjey málum. Hans Eli Sigurbjørnsson var umframt at vera sigursmálskjútti eisini toppskjútti hjá KÍF við níggju málum.
Í høllini á Skála vann StÍF greiðan 35-27 sigur á H71. Í steðginum var heimaliðið frammanfyri 17-14.
Toppskjútti hjá StÍF við sjey málum var Trúgvi Hávardsson. Brian Slyne var toppskjútti hjá H71 við níggju málum.
Í Badmintonhøllini í Klaksvík mátti Team Klaksvík leggja rygg til eitt 22-38 stórtap fyri Kyndli. Í steðginum var Kyndil á odda 21-12.
Jónas Sólsker var toppskjútti hjá heimaliðnum við sjey málum. Toppskjúttar hjá Kyndli við sjey málum hvør vóru William Skovsager, Tobias Thisen og Høgni Klein Olsen.
HER eru dómaraseðlarnir frá HSF frá dystunum í Vestmanna, Skála og Klaksvík:
##med2##
##med3##
##med4##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
Kyndil | 11 | 323 | 305 | 18 | 15 |
StÍF | 10 | 314 | 277 | 37 | 14 |
VÍF | 10 | 326 | 284 | 42 | 12 |
Neistin | 10 | 261 | 253 | 8 | 11 |
H71 | 10 | 303 | 290 | 13 | 11 |
KÍF | 10 | 249 | 260 | -11 | 9 |
Team Klaksvík | 11 | 276 | 383 | -107 | 0 |