BÚSTAÐARMØGULEIKAR TIL LESANDI

Bæði privati og almenni arbeiðsmarknaðurin hevur tørv á útbúnum fólki, og innan hægri útbúgving hevur verið víst vælvild at byggja Fróðskaparsetur Føroya út.

 

 

 

Lunnar eru lagdar undir eitt framtíðar kampus, løgfrøðiútbúgvingin hevur fingið viðurkenning, og upptøkan av lesandi í sjúkrarøktarfrøði er tvífaldað í kjalarvørrinum á stóra tørvinum í heilsuverkinum. Umframt hetta er tørvur á KT-verkfrøðingum, og í ljósinum á hesum skal ein masterútbúgving eftir ætlan setast á stovn og fleiri lesandi í KT-verkfrøði skulu takast inn.

 

 

 

Tað er løgið, at tað samstundis hevur valdað ein lemjandi tøgn, tá ræður um bústaðarmøguleikar hjá lesandi og framtíðar lesandi. Við teimum 4.605 krónunum um mánaðin fyri livikostnað, kunnu lesandi á hægri útbúgvingunum og styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingunum verða mett sum ein fíggjarliga sperdur samfelagsbólkur. Hóast lesandi við børnum eisini hava atgongd til aðrar stuðulsskipanir, eru tey noydd at hava eitt arbeiði afturat lesnaðinum. Hetta verður eisini staðfest í seinastu trivnaðarkanningini hjá Lestrarskrivstovuni á Fróðskaparsetrinum.

 

 

 

Bústaðarneyðin rakar fleiri samfelagsbólkar kring alt landið – eisini lesandi. Fleiri lesandi hava trupult at finna ein bústað í einari príslegu, sum tey megna at rinda.

 

 

 

Á leið helmingurin av teimum lesandi á Fróðskaparsetrinum hava børn, sum staðfest í seinastu trivnaðarkanningini hjá Lestrarskrivstovuni á Setrinum. Fyri hesi kann vera torført at flyta bústað, tá børnini eru á dagstovni, í barnagarði ella ganga í skúla í heimstaðnum uttanfyri útbúgvingarstaðið ella arbeiðsplássið. Umframt hetta eru fleiri útbúgvingarstøð ymsastaðni í landinum. Tað er tískil neyðugt, at tryggja bústaðarmøguleikar til lesandi kring alt landið.

 

 

 

Skal ein útbygging av Fróðskaparsetrinum fáa ein veruligan týdning, er neyðugt, at lesandi og framtíðar lesandi hava atgongd til eitt trygt og gott heim. Hetta kunnu vit fáa í lag við at geva kommunum og Bústaðir heimild til at stovna almannagagnlig bústaðafeløg, sum hevur til endamáls, at eingin skal vinna pening upp á leiguna.

 

 

 

Birita Matras Petersen,

 

valevni fyri Javnaðarflokkin