Bústaðarpakkin stórur partur av trygdini hjá okkum

Bústaðarpakkin fer at vera ein vælferðarpolitiskur varði, heldur løgmaður

Í ólavsøkurøðuni legði løgmaður dent á trý ymisk viðurskifti, sum vit eiga at fremja í politikkinum.

 

Eitt av hesum orðum er tryggleiki.

 

Løgmaður segði, at ein ógvuliga stórur partur av tryggleika hongur saman við, at vit føroyingar hava tak yvir høvdið.

 

- Í Føroyum hava fólk altíð bygt síni egnu hús. Tað gera tey framvegis. Men seinastu árini hava mong havt torført við at finna hóskandi heim.

 

-Tí fegnist eg um, at privatar fyritøkur eisini taka ábyrgd við at byggja sethús og íbúðir. Hetta er við til at breiðka um bústaðarmøguleikarnar, segði Báður á Steig Nielsen, løgmaður.

 

Hann segði, at stóri Bústaðarpakkin, sum er samtyktur, fer at vera ein vælferðarpolitiskur varði.

 

Bústaðir hava fingið eina hálva miljard krónur at byggja fyri komandi árini. Helvtin av pengunum skulu brúkast til vardar íbúðir, barnaverndarstovnar og lestraríbúðir. Restin skal brúkast til at byggja vanligar íbúðir, saman við privatum fyritøkum.

 

Løgmaður segði, at eisini má finnast ein loysn á við fíggingini av bústøðum uttanfyri meginøkið – jhelst saman við peningastovnunum.

 

Eisini nevndi hann, at spurningurin um, hvørt útlendingar skulu sleppa at keypa hús í Føroyum, má loysast. Eitt sindur er kortini hent, tí nú skulu útlendingar, sum keypa hús her á landi ,søkja um loyvið, segði løgmaður.