BÚSTAÐIR TIL ØLL – FJØLBROYTTARI BÚSTAÐARMARKNAÐUR

Bústaðarmynstrið skal vera fjølbroyttari, og vit skulu hava fleiri ymisk sløg av bústøðum.

 

Vit skulu byggja almannagagnligar bústaðir, so eisini fólk við lágum og miðal inntøkum, lesandi, pensjónistar og fólk við serligum tørvi kunnu hava møguleika at fáa tak yvir høvdið – nakað sum í dag fyri alt ov nógv einans er ein fjarur dreymur. 

 

Felagið Bústaðir skal rekast sum ein almennur stovnur og ikki sum partafelag. Tí eitt krav um avkast ger, at heimini, sum Bústaðir byggja, gerast alt ov dýr.

 

Kommunur og Bústaðir skulu hava heimild til at stovna almannagagnlig bústaðarfeløg, sum skulu tryggja lægri húsaleigur.

 

Eisini skal møguleiki vera fyri bústaðarstuðli, um fólk ikki megna at rinda fulla húsaleigu í almannagagnligum leigubústøðum.

 

Tak yvir høvdið er ein menniskjarættur, og ein bústaður er eitt heim og ikki ein vøra.

 

X við Javnaðarflokkin

 

X við Kristonnu Winther Poulsen