Ætlanin er at byggja gistingarhús við 80 kømurum í nýggja miðbýnum í Klaksvík, og hotellið skal byggjast uttast á útfyllingini á vágni.
Í eina tíð hevur verið arbeitt vð at fáa pening til vega til verkætlanina, og sum vit skilja, so er tilsøgn latin higartil upp á einar 40 milljónir krónur.
Talan er um eitt gistingarhús, sum vinnulívið í býnum stendur aftanfyri, umframt at fyritøkur í norðrara parti av Eysturoynni er bodnar at vera við í verkætlanini.
Ein fyribilsmeting sigur, at gistingarhúsið fer at kosta einar 110 milljónir krónur at byggja, men hetta eru varisligar metingar, sum eru gjørdar áðrenn tekningarnar eru lidnar