Carlos Alcaraz endurvann Wimbledon í stórum stíli

Novak Djokovic mátti lúta fyri unga spaniumanninum

21 ár gamli spaniumaðurin, Carlos Alcaraz endurvann Wimbledon-kappingina í einmansleiki.

 

Í finaluni seinnapartin í dag vann Carlos Alcaraz 3-0 á 37 ára gomlu, livandi legenduni, Novak Djokovic.

 

Í tveimum teimum fyrstu settunum var klassamunur, meðan háspenningur var í triðja settinum.

 

Settmunurin var 6-2, 6-2 og 7-6 (7-4).

 

Carlos Alcaraz hevur nú vunnið fýra Grand Slam heiti, og lítil ivi er um, at tey vera nógv fleiri komandi árini.