Fyrstu dystirnir hjá kvinnuliðnum hjá Fleyr í evropeiskari kapping fyri felagslið í søguni eru nú leiktir.
Fleyr sum tapti 0-3 (9-25, 17-25 og 17-25) fyri niðurlendska liðnum, Friso Sneek á útivølli tók í kvøld móti niðurlendska liðnum í seinnu uppgerðini í høllini á Hálsi.
Talan gjørdist aftur um 0-3 tap hjá Fleyr í kvøld. Settmunurin var 16-25, 19-25 og 15-25. Í kvøld fekk Fleyr 50 bóltar í gólvið hjá Sneek, meðan talið á útivølli vóru 43 bóltar.
Í annaðkvøld klokkan 19 skal mansliðið hjá Mjølnir royna seg í Challenge Cup í badmintonhøllini í Klaksvík. Mótstøðuliðið verður ukrainska liðið, Reshetylivka sum er stórur favorittur undan dystinum.